UMSÓKNIR UM STUÐUL ÚR HJÁLPARGRUNNINUM FYRI ÓARBEIÐSFØRÐAR FISKIMENN

Nú er stundin komin, at persónar sum eru komnir til skaðis sum sjó / fiskimenn / fólk kunna søkja grunnin fyri óarbeiðsførðar fiekimenn um stuðul. Játtaðu umsóknirnar verða fluttar á konto tann 17. dec 2022.

HJÁLPARGRUNNURIN FYRI ÓARBEIÐSFØRAR FISKIMENN

Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn er grunnur settur á stovn í 1938, við tí endamálið at veita sjófólki, ið eru vorðin óarbeiðsfør av sjúku ella skaða á sjónum stuðul. 

Virksemi grunsins hevur í øll hesi ár havt alstóran týdning fyri tey sjófólk og familjur teirra, ið á ein ella annan hátt hava havt henda stuðul fyri neyðuni. 

Grunnurin hevur eisini sum endamál, at veita stuðul til heilsuhjálpandi og fyribyrgandi átøk, sum felagsskapir skipa fyri. Og at veita fíggjarligan stuðul til eftirsitandi hjá sjófólki, umframt til arbeiðið ímóti tuberklum ella til annað sjúkufyribyrgjandi- ella sjúkulekjandi arbeiði í Føroyum.

At veita fíggjarligan stuðul til sjófólk, sum er vorðið óarbeiðsført av sjúku, og sum ikki kann fáa nøktandi fíggjarligan stuðul aðrastaðni.

Stuðulin úr Hjálpargrunninum verður veittur á hvørjum ári til jóla.

Umsóknin skal vera grunninum í hendi í seinasta lagi 09. desember 2022. 

TRÝST HER OG ÚTFYLL UMSØKNINA https://www.fsn.fo/hjalpargrunnurin