Umleypandi veður í vikuni
Lágtrýstið, sum hevur givið okkum ringa veðrið í vikuskiftinum, fer ikki langt burtur beinanveg. Tað fer at standa eitt sindur eystan fyri Føroyar, og tann fríska og kalda høgættin fer tí at halda fram í morgin.
Týsdagin er tað farið sín veg, og eitt hátrýst við góðum veðri fer at leggja seg um okkara leiðir við góðum veðri í 2 dagar.
Hósdagin er tað farið eystureftir, og so koma lágtrýst aftur við vindi og regni. Tey fara at leggja seg nakað vestan fyri Føroyar, og vit fara tí at merkja lýggja vindin, sum kemur sunnaneftir.
Veðrið í vikuni – dag fyri dag:
Mánadagin:
Um náttina og um morgunin 8 til 13 m/s av norði, samdrigið og regn ella vátakavi. Fyrrapartin veksandi vindur, og á middegi eru 15 til 20 m/s. Um kvøldið og um náttina minkar vindurin niður í 8 til 13 m/s, smáskýggjað og okkurt vátakavaælið. Hitin úr frostmarkinum upp í 4 stig.
Týsdagin:
Minkandi vindur fyrrapartin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, og ættin fer fyrst í útnyrðing, seinni at mala úr ymsum ættum. Loftið samdrigið og bert okkurt ælið við vátakava. Um kvøldið 3 til 8 m/s av vestri, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin úr 1 kuldastigi upp í 4 stig.
Mikudagin:
5 til 10 m/s vestan, hálvskýggjað og okkurt ælið. Um náttina lækkar hann niður í útsynning og minkar vindin niður í 3 til 8 m/s. Hitin 3 til 8 stig.
Hósdagin:
5 til 10 m/s sunnaneftir, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið veksandi upp í 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Hitin 4 til 9 stig.
Fríggjadagin:
Um sunnan allan dagin. Um morgunin 10 til 15 m/s, men minkandi út á dagin. Um kvøldið aftur 10 til 15 m/s. Loftið samdrigið allan dagin, um morgunin regn, restina av degnum yvirhøvur turt. Hitin 4 til 10 stig.
Tað skrivar Hanus Kjølbro