Umaftur og umaftur sá eg hendingina fyri mær

Livar Nysted minnast lítlu Karlu

29 august

Eg var júst heimkomin og hevði sett meg í sofuna.

Høvdi var fult í tankum, um tað sum var hent.

Umaftur og umaftur sá eg hendingina fyri mær og hugsaði, um eg kundi havt gjørt okkurt øðrvísi.

Sjálvt um eg veit, at eg gjørdi tað rætta, so kan mann ikki lata verða við at hugsa “what if”

Tankin um, at eg kundi ikki loyva mær at vera glaður, fylti eisini nógv, men alíkavæl gleddist eg um at sita tryggur heima saman við familjuni

Nakrar dagar frammanundan, var eg á veg út eftir fjørðinum á Tvøroyri, við naddoddi. Vit vóru seks fólk umborð og leiðin lá til Norra.

Veðurforsøgnin fyri teir komandi dagarnar var góð, so nú skuldu vit bara njóta túrin.

Fyrsta náttin var fantastisk.

Himmalin var upplýstur av mána og stjørnum og rundan um bátin, lýsti havið av mureldi.

At sigla soleiðis undir opnum himli við seglum og bert hoyra aldurnar frá bógnum og síggja náttúruna frá síni bestu síðu, er ótrúliga vakurt.

Henda avbera veðurgóða og vakra náttin, var ein sera stór kontrast, til tað sum lá fyri framman.

At vit mistu Karlu, er so ófatuliga tungt og óskiljandi

Hon var so lívsglað og smílandi, og vísti eisini ein so stóran áhuga, fyri øllum menniskjum hon møtti.

Eg fari altíð at minnast lítlu Karlu, við tí stóra smílinum

Í dag er allahalganadagur og vit minnast og syrgja tey, vit hava mist á sjónum.

Ærað veri minnið um tey sjólætnu