P/F Uttari Handil á Tvøroyri selt Marité til amerikanska ferðamannafelagið Time Travel
Tíðindablaðið skrivar tann 12. juni 1974
Fransaskonnartin Marité er bygd á skipasmiðju í Fecamp í 1923, og tað var danski reiðarin A.P.Møller, sum fekk hana til Føroya. Tað varð heitt á A.P.Møller um at hjálpa føroyingum at fáa størri fiskifør enn tær bretsku sluppirnar frá 1880, sum teir tá baldust umborð á. A.P.Møller keypti tær báðar fransaskonnartirnar Marité og Ltn. Vedriness og læt A / S Balslev og Co. reka tær fyri seg. Eftir seinna heimsbardaga seldi hann tær, og A.T. á Tvøroyri keypti Marite fyri 100.000 kr.
Bátaskip: Síðani Marité kom til Føroya hevur hon mestsum bert verið brúkt sum bátaskip í Grønlandi. Tær størstu veiðunøgdirnar og innløgurnar hjá skipinum eru vunnar á henda hátt. I 1957 varð skipið umbygt til línuveiðu og sildaveiðu við gørnum, men hetta miseydnaðist. Stálfiskiførini komu tá til landið, bæði úr Norra og Fraklandi. Fiskiskapurin við línu í Grønlandi og við gørnum eftir sild í Norðuratlantshavið broyttist beint tá so líðandi og so nógv, at tey gomlu skipini vórðu sigld afturút..
í Skotlandi eftir sild: Tey seinastu árini hevur bátafiskiskapurin í Grønlandi ikki roynst væl, og veiðuleiðirnar hava eisini verið skerdar so við og við. Onki bendir á, at fiskiskapurin við bátum fer at batna aftur, og menn halda tí, at hesin veiðuháttur hevur sæð sínarbestu dagar. Tað hevur vegað nakað upp ímóti, at skipini – eftir miseydnað summar við bátum í Grønlandi – hava havt møguleika at fara til Norðurskotlands um veturin. Har hava tey einstøk ár vunnið væl av peningi við at keypa og salta sild í tunnur, sum hevur verið umpakkað í Føroyum og seld til Polands. Men nú tykist eisini, sum at tað gongur afturá við hesari vinnu.
San Marinoflagg:
Nú hevur P/F Uttari Handil á Tvøroyri selt Marité til amerikanska ferðamannafelagið Time Travel.
Ætlanin hjá felagnum er, at skipið skal aftur gerast til seglskip við spryti og við trimum mastrum, so at tað aftur fær tað snið, tað hevði, tá tað kom til Føroya av fyrstan tíð í 1930 sum seglskip við hjálpimotor.
Ætlanin er, at Marité skal varðveita navnið og sigla undir San Marino flaggi. Sum trímastrað skonnart við bógsprýti og undir fullum seglum skal hon flyta ferðahugað fólk á amerikansku vesturstrondini, sum ynskja at uppliva seglskipatíðini við tí romantikki, sum knýtir seg at hesi farnu tilveru.
Myndin er frá frá facebook -vangnum Skip skrásett í Suðurstreymi, t.v.s. við TN