Um “Multi” brennistøðin skal til Havnar
Nú spøkir tað aftur. Málið um nýggju ovurstóru brennistøðina – sokallaðu “Multi” brennistøðina, sum skal hýsa øllum skrelli, hjá øllum føroyingum, sum skal byggjast í høvuðsstaðnum.
Ein ætlan sum hevur verið frammi áður, er nú blussað uppaftur.
Í Leirvík situr ein stúrin stjóri. Ein sum hevur fylgt væl við kjakinum og sum fer at vera sera meint raktur av hesum er Eirikur á Húsamørk, stjóri á Faroe Marine Products, eisini kallað Høvdavirkið í Leirvík.
Faroe Marine Products er eitt føroyskt virki, ið turkar fiskahøvd og ryggir til matna. Virkið fær sína rávøru frá øllum fiskavirkjum í Føroyum, sum harvið fáa eina munandi virðisøking burturúr.
–Hetta fer at fáa katastrofalar avleiðingar fyri Faroe Marine Products, men ikki bert fyri okkum, men øll sum hava við fisk og fiskivinnu at gera.
Tað sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Faroe Marine Products í eini grein á eyp.fo
LES ALT HER – Eysturoyggin stendur til at missa 100 arbeiðspláss! – Eysturoyarportalurin (eyp.fo)
Mynd: Eirikur á Húsamørk, stjóri (myndina eigur Eysturoyarportalurin)