Um motorin

Finska fyritøkan skrivar um nýggja motorin, sum skal dríva nýggja frystitrolaran

Finski motorframleiðarin Wärtsilä skrivar grein um framdriftsmotorin í nýggja frystitrolarinum, sum Varðin letur byggja í Føroyum.

Nýggi motorurin eitur Wärtsilä 25, og er ein miðalsnarleika 4-takts marine motorur, sum er bygdur eftir nýggjastu krøvunum um at lækka oljunýtsluna, og harvið útlátið, og økja um virknisdygdina. Harafturat er motorurin tilreiðar at vit skifta til onnur brennievni, við lítlum ella ongum CO2 útlátið, sum vónandi vera tøk í framtíðini.

Hesin motorurin, eins og aðrir nýggir motorar frá Wärtsilä, er útgjørdur við kveikiligum reduktiónssystemum, fyri at minka um útlátið, við at minka nógv um stigið av nitrogenoxidum í útstoytinum.

Sámal Joensen, tekniskur leiðari hjá Varðanum sigur, at orsøkin til at valið fall á Wärtsilä 25-motorin, er javnvágin millum at hava ein álítandi og virknan motor, sum hevur rættiliga lágar rakstrarkostnaðir roknað á livitíðina hjá motorinum, og at talan er um nýggjastu tøkni, sum tryggjar okkum so lágt útlát, sum til ber í dag.

Finska Wärtsilä er ein stór altjóða fyritøka, sum hevur 17.800 fólk í starvi í 79 londum.

Her er ein leinkja til greinina: www.wartsila.com/media/news/08-05-2024-future-proof-wartsila-25-engine-to-power-three-new-fishing-vessels-3441969