Um miðnáttina kom eldur í skipið

Tá rækjutrolarin Sólborg brendi við Labrador

Hetta er ein grein sum heimasíðan hvannrók.fo hevur lagt úr tann 10. mai 2022. Greinin er sera áhugaverd og tí velja vit at leggja hana út her. 

43 ár liðin síðani rækjutrolarin Sólborg brendi við Labrador (1)

Vinmaðurin Djóni Dalsgarð av Velbastað og eg tosaðu ein dagin um hendingina, tá ið rækjutrolarin Sólborg brendi við Labrador. Djóni var tá 21 ára gamal og ein av manningini. Eg hevði hug at skriva eina grein um hendingina, sum annars er at lesa um í endurminningunum eftir Eileri Jacobsen. Hugsaði, at eg átti at tosað við Ingolf Rasmussen, skipara á Sólborg, sum býr í Havn, men sum eg ikki kendi. Kanska átti hann nakrar myndir frá hendingini. Hetta skulu gerast áhugaverd vitjan, tí tað vísti seg, at Ingolf og eg eru í familju. Greinin skrivað í 2014.

Sólborg hevði júst landað fulla last í Matane og var komin út á fiskileið og hevði fiskað í tríggjar dagar. Rokfiskiskapur, tí eftir trimum døgum vóru hundrað tons av rækjum í lastini, sum var flúgvandi byrjan. Um miðnáttina kom eldur í skipið, og eldurin breiddi seg skjótt. Roykurin gjørdist skjótt so tjúkkur, at bara var at halda seg burtur.

Stýrimaðurin á Sólborg greiddi seinni frá í rættinum, at vandi var fyri roykeitran, tí nógv kunststoff, plastikk og annað leyst og fast var umborð á skipinum. Teir roknaðu við, at eldurin var kyknaður í kamari har frammi fult av pakkitilfari.

Skiparin Ingolf Rasmussen var á brúnni, og tá hann fekk boðini, var allar fyrst at fáa bjargað manningini. Hepni var við manningini, tí vaktarskifti var júst um midnáttina, og tí var manningin á veg úr koyggjuni og upp til arbeiðis. Hevði tann vaktin – einir fjúrtan mans – sovið, tá eldur kom í skipið, hevði neyvan eydnast øllum at sleppa........LES ALT HER 43 ár liðin síðani rækjutrolarin Sólborg brendi við Labrador (1) - Hvannrók (hvannrok.fo)