Tyrlan eftir sjúkum manni umborð á nótabáti

Mátti undir læknahond sum skjótast.

Gjáramorgunin Kl.09.00 fekk MRCC boð um at ein sjúkur maður umborð einum nótabáti mátti undir læknahond sum skjótast.

Sjúkur maður fluttur av Grønlendskum nótabáti, sum var staddur norðanfyri markið

Báturin var staddur 250sm í ein LN úr Føroyum og fekk hann boð um at sigla móti Føroyum.

Kl.10.00 fór tyrlan á flog, fyrst at bunkra fult í Klaksvík og síðani víðari norðureftir og kl.1600 lendi tyrlan í øllum góðum við Landssjúkrahúsið við sjúka manninum umborð.

Tað skrivar vorn.fo