Tvey frystilínuskip eru á Flemish Kap
Línuskip: Trý frystilínuskip fiska við Føroyar og eitt á Íslandsrygginum. Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi avstað tá veðri batnar. Tvey frystilínuskip eru á Flemish Kap. Skipini við Føroyar fiska mest av longu og brosmu og so toski og hýsu. Tað á Íslandsrygginum fær mest tosk og so blálongu og svartkalva. Skipini á Flemish Kap fiska tosk. Vantandi fer okkurt frystilínuskip út í næstum.
Útróður: Streymurin er góður, men harðnar seinni í vikuni. Tað verður hampuligt veður, so vit vantað nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar. Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk og so eitt sindur av blálongu og svartkalva. Jákup Sverri ger yvirlitstroling á djúpum vatni. Ein er á makrelveiðu og hinir liggja við bryggju.
Partrolarar: Fimm pør eru út. Fiskaríið er brúkiligt. Eitt par fiskar gulllaks.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men teir sum enn hava fiskidagar, fara út tá veðri batnar. Frá 1 okt. kunna øll skipini aftur fiska, tí tá opnar buffarin.
Garnaskip: Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa øll í vikuni.