Tvey ferðamannaskip til Runavíkar havn
Tað fyrra, Marina hjá Oceania Cruises, var á Runavík í gjár. Tað kom kl. 10.00 og fór avstað aftur kl 20.00, og tað seinna, Seven Seas Splendor hjá Regent Seven Seas Cruises, kemur nú í morgun ,mánamorgun, kl. 7.00 og verður liggjandi við bryggju til týsdagin kl. 13.00.
Marina, er her á fyrsta sinni, er 238 metrar til longdar, og umborð eru 1200 ferðafólk úr USA, Kanada, Avstralia, Nýsælandi og UK. Manningin á Marina telur 780 fólk.
Seven Seas Splendor, sum eisini vitjaði í 2022, er 224 metrar til longdar, og umborð eru 745 ferðafólk, meginparturin úr USA, umframt manningina uppá 530 fólk.
Bæði reiðaríini hoyra undir Norwegian Cruise Line Holdings, ið eigur í alt 31 ferðamannaskip.
Tor Shipping er umboðsfelag hjá báðum skipunum og MB Tours túrsmiður.
Tað skrivar Runavíkar Havn.