Havgranskingarverkætlanir fingið stuðul

Faknevndin fyri skránna um havgransking í Norðuratlantshavi hevur játtað 6,8 mió. kr. til tvær nýggjar verkætlanir.

Hetta er annað játtanarumfarið frá granskingarskránni, sum danska stjórnin hevur játtað stuðul til í tíðarskeiðnum 2020-2023.

Endamálið við skránni er at styrkja samstarvið millum Grønland, Føroyar og Danmark um havgransking í Norðuratlantshavi.

Verkætlanirnar fevna um ph.d., post.doc. og masterlesandi og hava luttakarar frá stovnum í Grønlandi, Føroyum og Danmark.

Tað komu 8 umsóknir til freistina 25. august 2022. Faknevndin setti eina altjóða serfrøðinganevnd at meta um góðskuna á verkætlanunum.

Faknevndin grundaði sínar avgerðir á metingarnar og raðfestingina hjá serfrøðinganevndini og á strategisku raðfestingina í útbjóðingartekstinum.

Verkætlanirnar, sum hava fingið játtað stuðul, eru:

BlueCea - Tracing the fate of Macroalgae with a focus on blue carbon processes in sub-arctic North Atlantic fjord ecosystems and beyond
Verkætlanarleiðari: Nadescha Zwerschke
Samstarv millum Grønlands Naturinstitut, Deildina fyri Ecoscience á Aarhus Universiteti, Fiskaaling, TARI – Faroe Seaweed og Havstovuna.
Játtan: 3.899.358 kr.

og

ClimeFishLink - Linking 80 years of variation in fish growth to climatic effects on food webs, temperature and field metabolic rates using otolith microchemistry
Verkætlanarleiðari: Peter Grønkjær
Samstarv millum Deildina fyri Lívfrøði á Aarhus Universiteti og Havstovuna.
Játtan: 2.844.921 kr.