Túrurin er rímiliga góður

Vit hava verið burturi í fimm vikur og hava góð 300 tons.

Góður túrur í vánaligum veðrið

-Nú landa vit og seinni í dag kemur hin manningin umborð. So verður loyst og kósin sett á Flemish Cap. 34 mans eru knýttir at skipinum, so vit eru noyddir at hanga í, sigur Líggjas.

Í dag landar frystilínuskipið Klakkur góð 300 tons av frystum fiski í Klaksvík.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og fekk eitt stutt prát við skiparan, Líggjas Johannesen.

Uppá fyrispurning um hvussu túrurin hevur gingist, svarar hann:

-Túrurin er rímiliga góður, hóast vit hava gjørt skjótari túrar við Eysturgrønland. Vit hava verið burturi í fimm vikur og hava góð 300 tons. Meginparturin er toskur.

-Eg havi roynt við Eysturgrønland í mong ár. Øll árini hevur tað verið í summarhálvárinum, men eg haldi ikki vit hava havt so vánaligt og ringt veður sum hendan túrin. Samstundis er toskurin síðstu fimm árini blivin smærri og smærri, men spyr meg ikki um hví, sigur hann.

-Nú landa vit og seinni í dag kemur hin manningin umborð. So verður loyst og kósin sett á Flemish Cap. 34 mans eru knýttir at skipinum, so vit eru noyddir at hanga í. Nú havi eg frí, og Betuel, bróður, verður skipari komandi túr, sigur Líggjas.

Eitt føroyskt línuskip er á Flemish Cap og onnur eru ávegis. Har hevur verið góður fiskiskapur seinastu árini, og tað vóna teir eisini verður í ár.

Manningin fekk bløð og geyma við sangum frá Sjómansmissiónini.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.