Tummas og Tummas

Vit fingu eina góða mynd av Tummasi og skipinum Tummas T

Varðin keypti uppsjóvarskipið Norderveg úr Noregi í 2013 og kom tað ístaðin fyri Saksaberg. Skipið fekk navnið Tummas T, og kom á fyrsta sinni inn á Gøtuvík leygardagin 6. apríl 2013. Havnakennibókstavarnir eru FD125, sum er tað gamla nummarið hjá Jupiter.

Skipið eitur sjálvandi eftir Tummas Thomsen, sum er væl kendur. Tummas er eisini nevndarlimur í Varðanum Pelagic, og hevur verið tað øll árini, síðan felagið varð stovnað 17. januar 2012.

Vit fingu eina góða mynd av Tummasi og skipinum Tummas T, tá teir landaðu makrel fyri kortum.

Tað skrivar P/F Varðin Pelagic á facebook-vanga sínum