FRAM SELDUR. Kom inn fyri Gullberg, sum sakk 31.juli 2013
Í 2014 keypti P/F Jókin í Vestmanna ein gamlan trolara (bygdur í Noregi í 1989) fyri Gullberg, sum sakk 31. juli í 2013. Reiðaríið keypti gamla trolaran úr Skotlandi. Hann fekk navnið Fram.
Ætlanin varð, at Fram skuldi partrola við Sjagakletti, sum reiðaríið eisini átti.
Hesin gamli skotski trolarin hevði ikki útgerð at frysta umborð, men hevði kølitangar.
Sum skilst hevur Fram haft nógvar trupuleikar síðan hann kom í flotan.
Nú er so endalig støða tikin um at selja Fram.
Nýggju eigararnir ætla at fiska reyðæti og prikkafisk við Fram.
Tað er smápartafelagið Ocean Harvest í Froðba sum hevur keypt trolaran fyri 4,5 mió. kr.
Partapeningurin er nú 400.000 kr. Hann var 75.000 kr.
Í nevndini eru, John Bergur Park, Mikkjal Hammer, Odd Eliasen, hann er formaður, og Tummas Christophersen, sum eisini er stjóri.
Fram hevur í løtuni einki góðkent fiskiloyvi.
Mynd Birgir Waag Høgnesen