Túgvusteinur brúkast sum ljósskip

Áhugaverd roynd hjá Thor í Hósvík, í samband við roynd eftir makrelgeddu

Sum fleiri hava lagt til merkis, sum koyra framvið í Hósvík, so er Túgvusteinur VN 86, hjá Thor í Hósvík, nakað broyttur í seinastuni.

Tað er nevniliga ikki heilt vanligt, at síggja ein bát við heili 33 ljóskastarum, uppsettar á hvørjari skipssíðu.

Tá vit tosaðu við reiðaran, Hans Andrias Kelduberg, segði hann, at teir veiddu makrelgeddu við Ran og Hoyvík, undir Føroyun í 2023. 

Vit høvdu eina royndarkvotu í 2023 -og hava eisini eina royndarkvotur í 2024. Vit landaði 300 tons av makrelgeddu, í 2023, sigur reiðaran.

Sum nevnt, so brúktu vit tvey skip í fjør, sigur Hans Andrias. Vit meta, at vit kunnu veiða effektivari, um vit lýsa niður í sjógvin, so makrelgeddan samlast har ljósið er.

Tað er júst tí hava vit útgjørt Túgvustein til at vera triðja skipið í ár. Øll skipini fara út í senn, Túgvusteinur skal lýsa niður í sjógvin og hini skulu fiska.

Túgvusteinur við sínum ljóskastarum, saman við Ran og Hoyvík, skal vísa okkum, um tað er tann rætta loysnin, sigur Hans Andrias Kelduberg, at enda.

SÍÐ MYNDIR, AV TÚGVUSTEINI, NIÐANFYRI  , sum Birgir Waag Høgnesen eigur 

FAKTA UM MAKRELGEDDU

Útbreiðsla: Hon er um alt Atlantshavið millum meginlondini. Undan Íslandi til Føroya. Í Miðjarðarhavinum. Undir Nýfundlandi, úr Meksikoflógvanum til Argentina, kring Bretsku Oyggjarnar til Vesturafrika. Í føroyskum sjógvi er hon fingin á sumri og um heystið á bankunum og úti á djúpum vatni. Hon er sjáldsom við Norðurnoreg, í Norðsjónum og innansyndis í Danmørk.

Makrelgedda (saurifiskaættin)
Scomberesox saurus saurus
(Walbaum, 1792)

Stødd: Mesta longdin er 50 cm, men er vanliga um 30 cm.

Dýpi: Makrelgedda er úr vatnskorpuni og niður á 100 m, gongur í torvum, til havs á vetri, ofta nær landi um summarið.

Litur: Hon er blágrøn um bakið, silvurlitt um síðurnar og undir búkinum.

Lýsing: Makrelgedda er langur og klænur fiskur. Hon er hægri, enn hon er breið. Kjafturin er líkur longum fuglanevi. Undirkjafturin er longri, tó á smáum makrelgeddum eru kjaftarnir javnlangir. Hon hevur langan kropp og stutt sporl. Hon hevur eina ryggfjøður og eina gotfjøður, báðar smáar og aftarlaga á sporlinum. Aftan fyri tær eru einar 5-7 smáfjaðrar eftir sporlinum, bæði undir og omaná. Uggafjaðrarnar eru spískar, næstan tríhyrntar. Búkfjaðrarnar eru smáar, og sterturin er nógv sýldur.

Eyðkenni: Hon kennist á nevinum og á smáfjaðrunum á sporlinum. Beinini eru ikki grøn sum í hornfiski, sum hon annars líkist nakað.

Týdning. Hon hevur vinnuligan týdning í øðrum londum, tó ikki nógvan.

da: Makrelgedde, en: Saury pike, fr: Orphi-maquereau, ís: Geirnefur, no: Makrellgedde, tý: Makrelenhecht