Trygdarábøtur skulu til hjá partrolarunum
Eftir samanstoytin millum Eystur- og Vesturbúgvan í fjørvár, hevur Sjóvinnustýrið kannað umstøðurnar á partrolarunum, og niðurstøðan er púra greið: Ábøtur eru átrokandi á mongum av skipunum, sum í ov stóran mun als ikki standa mát, tá tað ræður um trygd á sjónum. Nú skulu viðurskiftini fáast í rættlag í samstarvi millum reiðarí og Sjóvinnustýrið
Sjóvinnustýrið er farið undir eitt átak, sum hevur til endamáls at bøta um trygdina í partrolaraflotanum.
Ein kanning, sum Sjóvinnustýrið hevur gjørt av 12 av teimum 15 partrolarunum í flotanum vísir, tað haltar so mikið nógv við trygdarmannagongdum á einum parti av skipunum, at alneyðugt er at gera eitt serligt átak fyri at betra um trygdina á sjónum og arbeiðsumhvørvið umborð.