Trý frystilínuskip fiska við Føroyar

Tveir sigla heim av Flemish Kap

Trý frystilínuskip fiska við Føroyar, eitt við Ísland, eitt við Eysturgrønlandi og tvey sigla heim frá Flemish Kap.

Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi avstað tá veðri batnar.

Skipini við Føroyar og Ísland fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.

Skipini á Flemish Kap fiskaðu tosk og tað við Eysturgrønlandi fiskar tosk.

Vantandi fer okkurt frystilínuskip út í næstum.