Trolbøting á Háskúlanum
Tíð og stað
Kvøldarskeið mikudag 12. og hósdag 13. nov. 2025
Í samstarvi við Føroya Fólkaháskúla hevur Føroya Fiskimannafelag lagt til rættis skeið í at bøta trol
Skeiðið verður á Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn.
Kostnaður: 500 kr.
íroknað: undirvísing, tilfar, amboð, og máltíð
Skrá
Mikudagin 12. november frá kl. 17.00 til 21.00
Hósdagin 13. november frá kl. 17.00 til 21.00
Skeiðshaldarar
Undirvísarar eru royndir trolmenn
Skeiðslýsing:
Hetta er eitt skeið í trolbøting, ætlað øllum, sum meta seg vera óroynd at bøta trol.
Her verður eitt sindur av teori, men mest undirvísing í trolbøting í verki.
Luttakararnir læra at bøta vanlig net, so sum hol og tungur, seta stykkir í, møguliga spleysa og gera ymiskar knútar og annað.
Tú lærir eitt sindur av tí mest grundleggjandi teknikkinum um trolbøting og knútar.
Pláss er fyri 16 luttakarum
Støði:
Øll við áhuga at læra grundleggjandi trolbøting, eru vælkomin. Aldursmark 15 ár.