Trivnaðurin umborð

Ein av niðurstøðum var paradoksið, andsøgnin millum at vera umborð og at vera heima

Tveir áhugaverdir fyrilestrar vóru leygardagin i Miðhøllini, har Annika Steintórsdóttir Biskopstø og Annbjørg Abrahamsen, sálarfrøðingur greiddu frá hvør síni kanning av sjómonnum.

Tær greiddu hvør í sínum lagi frá, hvussu menninir trívast umborð, og so eisini um  trygdini umborð við lítlum svøvni og tí trygdleika, tað kann føra við sær.

Tað skrivar Dávur Winther á heimasíðuni nordlysi.fo.

Annika Steintórsdóttir Biskopstø, lærari á Miðnámi á Kambsdali, kanditatur í sálarfrødi og mentanarfatan, hevði havt samrøður við fleiri sjómenn um teirra fatan og uppliving av at vera burtur og at vera heima.

Ein av niðurstøðum var paradoksið, andsøgnin millum at vera umborð og at vera heima – Sjómonnunum longdust eftir báðum. Tá ið teir vóru umborð, longdust teir heim, og tá ið teir vóru heima, longdust teir umborð aftur.

Hvussu uppliva føroyskir sjómenn og handfara teir so, at flyta seg ímillum tveir mentanarligar samanhangir, úti og heima, var tað, ið Annika royndi at lýsa.

Talan var um tvær skipanir, sum høvdu hvør sítt regluverk, har tú til fyrimunar kundi dáma báðar. Men hesar báðar skipanir høvdu hvør sítt regluverk og hvør sín máta at reagera og virka í, sum kundi vera ein avbjóðing, hjá bæði sjómanninum og heimafólkunum.

Annbjørg Abrahamsen, sum er sálarfrøðingur og PhD-lesandi innan møði umborð á føroyskum fiskiskipum, hevur kannað í fleiri ár ymiskt í sambandi við trygdina umborð. Hon hevur m.a. kannað nógv, hvussu vandamikil ov lítil svøvnur kann vera fyri trygdina umborð – og eisini í longdini fyri heilsuna.

Annbjørg greiddi frá kanningum, hon hevði gjørt umborð á føroyskum línuskipum, garnaskipum og smærri trolbátum, hon hevði gjørt á meira enn 200 fiskidøgum. Hon hevði kannað ávirkanini av rulli, larmi, veðri, vaktarskipanum og svøvni, ið varð skrásett í dagbókum og við ur-líknandi tóli, sum skrásetir rørslu, umframt skráseting av møði gjøgnum dagin og øðrum líknandi.

Ein av mongu niðurstøðunum var, at menniskjan ikki er gjørd til at arbeiða í myrkri og um náttina, sum tó er vanligt umborð, at sjófólk er ein kroniskt troyttur arbeiðsbólkur, og at kanska kunnu 8-8 tímars vaktir bøta um svøvnlagið, heldur enn 6-6 ella 12-12.

Eitt er vist, at møði fremur fleiri skaðar um borð – hevur ávirkan á trygdina og í longdini eisini á heilsuna hjá fólki við føroyskum fiskiskipum.

Ein sjómaður, sum hevur fiskað nógv á Flemish Kap, geiddi frá, at hann hevði mist svøvnlagið frá hansara tíð á Flemish Kap – Hann kundu og dugdi bert at sova tveir tímar í senn, sum viðførdi, at hann gekk nógv uppi um náttina.

Tveir sera áhugaverdir fyrilestrar av tveimum gløggum damum, sum hava kannað “lívið umborð”, har 95 % eru menn.

Myndina eigur Dávur Winther, fleiri myndir frá degnum síggjast HER https://nordlysid.fo/tidindi/77715/trivnadurin-umbord