Toskur á Føroyabanka – hvar er hann komin frá?

Toskurin á Føroyabanka er roknaður sum ein egin toskastovnur

Føroyabanki er eitt øki í ein útsynning (suður-vestur) úr Føroyum, har dýpið er umleið 100 m á tí grynsta partinum.

Toskurin á Føroyabanka er roknaður sum ein egin toskastovnur, tí merkingarroyndir vísa, at fiskur ferðast nærum ikki til ella frá øðrum havøkjum.

Tað er eisini munur á arvatilfarinum hjá toski á Føroyabanka samanborið við aðrar toskastovnar. Toskur á Føroyabanka veksur sera skjótt fyrstu árini og er longu yvir 80 cm langur og vigar yvir 8 kg, tá hann er fýra ára gamal. Til samanberingar er ein toskur á føroyska landgrunninum umleið 60 cm langur og 2,3 kg, tá hann er fýra ár

LES ALT HER Toskur á Føroyabanka – hvar er hann komin frá? (hav.fo)