Toskur á Føroya Banka og friðingin
Útróðrarmenn eru ikki so vísir í at Havstovan hevur rætt, tá sagt verður at friðingin av Føroya Banka er orsøk til at toskurin er komin aftur á Bankan.
Tað skrivar Oliver Joensen, Blað- & myndamaður á Norðlýsinum.
Vit vóru ein av seinastu bátunum á Føroya Banka í fjør, avsløkum 30.000 pundum vórðu sløk 500 pund toskur og restin hýsa og annar fiskur. Hetta var ímillum jóla og nýggjárs. Vit vóru eisini ein túr afturat um tað tíðina, tá fingu vit 16.000 pund og av veiðuni vóru góð 30 kilo toskur. Nakað soleiðis hava royndirnar hjá línubátunum sæð út á bankanum, so torført er tí at skilja hvussu stór nøgd av toski I kann verða á Bankanum nú, sigur útróðrarmaður.
Hann sigur at enda, at trolið við hvørt fiskar betur tosk enn línan, tað er ikki ókent, men eg fáið meg ikki til at trúgva at har hevur verið fult av toski og vit línubátarnir at kalla hava drigið svart við línuni hvønn einasta túr í farna ári. Er nógvur yvirvaksin toskur á Bankanum nú, so er mest sannlíkt at hann er komin aðrastaðni frá.
Tað skrivar Oliver Joensen, blað- & myndamaður á Norðlýsinum. https://nordlysid.fo/tidindi/78130/toskur-a-foroya-banka-og-fridingin