Toskakvotan í Barentshavinum møguliga 10 prosent upp
Tað er ráðiligt at fiska meiri tosk í Barensthavinum.
Tað halda norskir og russiskir fiskifrøðingar.
Teir mæla til, at kvotan næsta ár verður 312.667 tons, 10 prosent størri enn í ár.
Tilmælið byggir á toskin frá 2021, sum er betur fyri enn toskurin onnur ár, til dømis í 2025.
Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo

