Toskakvotan á Flemish Kap hækkar 92%

Útlitini fyri komandi tvey árini eru jalig

Ársfundurin í NAFO (Northwest Atlantic Fisheries Organization) varð hildin í Vigo í Spania í døgunum 18.-22. september 2023. NAFO er millumtjóða fiskiveiðufelagsskapur fyri útnyrðingspartin av Atlantshavinum. Føroyar eru limur í NAFO, tí Føroyar hava kvotur fyri tosk, svartkalva, kongafisk og rækjur í havøkinum, sum NAFO umsitur. Føroyski parturin av toskakvotuni er 22,35%.

Limalondini eru sum heild samd um at lata toskastovnin koma fyri seg við at hava eitt varligt veiðutrýst. Hvussu varligt veiðutrýstið skal verða, eru limalondini tó ikki altíð samd um. Í tráð við vísindaliga tilmælið, eydnaðist tað at semjast um at seta MLV til 11.708 tons fyri 2024. Tað er ein hækking á góð 92%. Føroyska toskakvotan verður sostatt 2.617 tons. Kvotan hjá Føroyum fyri svartkalva verður 193 tons og fyri kongafisk 69 tons.

LES ALT HER Toskakvotan á Flemish Kap hækkar 92% - Uttanríkis- og vinnumálaráðið (uvmr.fo)