Torvald Hjelm við “Nólsoyar Pálli” bjargar 16 porkeningum

90 ár síðani

90 ár síðani Torvald Hjelm við “Nólsoyar Pálli” bjargar 16 porkeningum. Doya menninir á Krosslið vóru tiltiknir sjómenn og fiskiklógvir.

Tað høvdu teir eftir pápa sínum; Danjal Hjelm og abba teirra Akka Hjelm við Krosslið. Men teir kundu eisini leggja nógv fyri, tá ið tað galt um at bjarga lív.

Ein heystardag fyri sløkum 90 árum síðani, í 1934, var Torvald hjá Danjal hjá Akka farin til útróðar við 9 tonsaranum ”Nólsoyar Pálli”, ið teir á Løðhamri áttu. Staddir á Munkagrunninum verður ódnarveður og Nólsoyar Páll fer sum síðsti bátur til lands.

Pápi mín Jacob Eli Bjarkhamar, altið nevndur Jakki hjá Doy var eisini við henda túrin. Hann var bert 16 ára gamal. Nú koma teir fram á tríggir porkerisbátar, sum eru steðgaðir upp, vatn var komið at motorinum. Torvald tekur so allar tríggjar uppá sleip, og sleipaði teir heilt inn á víkina í Porkeri.

Hesir bátar høvdu verið uttan Stein, og brádliga var ættin snarað til landnyrðing við kavarokið og við sera óslættum sjógvi. So nógvur sjógvur kom inn í bátarnar, at motararnir steðgaðu, í kanska ringasta og vandamiklasta sjóøkið á Føroya leiðini.

Bátarnir vóru ”Víkingur” ” Hvessingur” og ”Tjaldrið”. Her bjargaði Torvald og manning hansara 16 porkeningum heim til sínu kæru.

Við Víkingi vóru: Juul Sumberg á Rana, Josva á Høvda, Lars Múller við Á, sonur hansara Erhard Múller og Hans J. Steenberg.

Við Hvessingi: Danjal Veihe, Petur Veihe, Poul Veihe, Danjal P. Veihe, Poul Djurhuus, Jákup Eið og Hans Jacob á Klova.

Við Tjaldrinum: Magnus Magnussen, Mikkjal, Jacob og Alfred, allir synir hansara.

Tað skrivar Arnfinnur Hjelm Bjarkhamar á facebook-vanga sínum.