Nýggjur havnarfúti settur í Havn
Tey hava søkt eftir havnarfúta í eina tíð og nú er hann settur. Tað er Hanus Mikkelsen, sum nú tekur við sum havnarmeistari.
Tórshavnar kommuna hevur sett Hanus Mikkelsen í starv sum stjóra í Tórshavnar havn.
Hanus Mikkelsen er 62 ára gamal. Hann er útbúgvin skipsførari frá Føroya Sjómansskúla og Executive Master of Business Administration in Shipping and Logistics. Hanus hevur siglt sum stýrimaður og skipari í altjóða siglin, og nomið sær drúgvar og viðkomandi altjóða leiðsluroyndir, m.a. sum Chief Marine HR Officer hjá Thome Ship Management í Singapore.
Seinastu 3 árini hevur Hanus arbeitt sum deildarleiðari á Sýnsdeildini í Sjóvinnustýrinum.
Sum stjóri skal Hanus vera við til at menna Tórshavnar havn sum ein maritiman flutningsdepil í Føroyum og í Norðuratlantshavi. Hetta er ein uppgáva, sum Hanus heldur vera sera spennandi, og metir, at tað eru nógvir møguleikar hjá bæði Tórshavnar havn og vinnulívinum í býnum at fáa størri ágóðar av vaksandi skipaflutninginum, sum er í norðuratlantiska havøkinum.
Í dag var Hanus Mikkelsen á Vaglinum og heilsaði uppá borgarstjóran og formannin í Havnanevndini, Kára Johansen. Hanus greiddi frá, at hann sum 12 ára gamal byrjaði at lossa á keiðuni, og nú hann er 62 ára gamal, tekur hann við starvinum sum stjóri í Tórshavnar havn.
Hanus byrjar í starvinum í juni.