Tórálv Holm í Trøðini nýggjur havnameistari í Vági

Tekur við eftir Hans Jacob Bech

Í junimánað søkti Vágs Kommuna eftir nýggjum Leiðara/Havnameistara til Vágs Havn. Søkt varð eftir nýggjum Leiðara/Havnameistara, tí verandi havnameistari Hans Jacob Bech fór frá í august vegna aldur. Tá freistin at søkja var farin, vóru tríggjar umsóknir innkomnar.

Vágs Býráð hevur avgjørt, at seta Tórálv Holm í Trøðini í starvið, sum nýggjur havnameistari í Vágs Havn. Tórálvur byrjar í starvinum 25. septembur 2023.

Tórálvur er 49 ár og búsitandi í Vági. Tórálvur er útbúgvin skipsførari og hevur seinastu 21 árini silgt við Maersk, harav síðstu 8 árini sum kapteinur hjá Maersk Tankers.

Á síni starvsleið hevur Tórálvur fingist við m.a. leiðslu, fyrisiting og rakstur og viðlíkahald, har atlit vóru til burðardygd.