“Tora” ikki at lima seg inn í felagið
Hevur tú sum hjálparfólk fingið at vita frá álitisfólkinum, ella frá tínum leiðara á arbeiðsplássinum, at velir tú at gerast limur í Hjálparfólkafelagnum, so sleppur tú ikki at vera við á starvsfólkafundum, har boð verða givin frá alitisfólkinum hjá Pedagogfelagnum?
Tað skrivar Hjálparfólkafelagið á síni heimasíðu.
Hevur álitisfólkið hjá Pedagogfealgnum nakað at siga, sum ikki má koma fyri oyruni á hjálparfólkum, sum eru limir í Hjálparfólkafelagnum, so skal tann kunningin gevast á annan hátt, enn á einum starvsfólkafundi!
Vit spyrja, tí vit hava fingið boð frá hjálparfólkum, sum ikki “tora” at lima seg inn í Hjálparfólkafelagið, tí greið boð eru givin teimum, at gera tey tað, so verða tey útihýst frá starvsfólkafundum, “mugu út úr rúminum” og “kunnu koma inn, tá álitisfólkið hevur givið tey boð, tey hava til tey, sum eru limir í Pedagogfelagnum.”
Sig okkum frá, so vit kunnu hjálpa tær.
Tú skal vita, at tað er ikki loyvt hvørki álitisfólki ella leiðara, at útihýsa tær frá nøkrum, sum hevur við kunning til starvsfólk at gera!
Vit í Hjálparfólafelagnum taka staðiliga frástøðu frá hesi viðferð á arbeisplássum og meta, at hetta kemur undir útihýsing, mismun og happing.
Tú/tit eru vælkomin at skriva til okkum.
Hjálparfólkafelagið