Tobbi hartar Sjúrð Skaale
Táið Aksel - tilvitað - ikki ynskti at gera hann til heimastýrisins uttanríkisráðharra, forsmáddi hann, hóast tað var eitt brennandi ynski, so var tað, ikki óvæntað, at hann valdi at brúka hendan neyðarsliga fólkatingssessin til at gerast hin alternativi uttanríkisráðharri heimastýrisins. Púra autonomt, tí maðurin er, tað hevur hann sjálvur sagt og skrivað, ikki partur av nøkrum flokki, hann er bara ein verkætlan í sær sjálvum.
Tað er ikki so nógv fráliðið, síðan hann stóð á pallinum í Løkshøll og staðfesti, ja, næstan rópti, at stundin var komin har til, at Føroyar í stundini limaðu seg inn í ES.
Tað hendi ikki, tíbetur, og longu nú er hendan seinasta propaganda hansara, fíggjað av vaskikonum á Vesturbrúgv, skotin niður so tað brakar eftir í.
Maðurin krýpur longu 1 - ein - minutt eftir sceansuna ídag til krossin og avdúkar, at onki skil er í nøkrum sum hann hevur sagt. Hetta var bara ein skemtiligur socialdemokratiskur festivalur. Eina løtu. Hinvegin, bara Eirikur og Sosialurin trúgva tí, sum hann sigur, so røkkur tað ivalyest nakað væl áleiðis.
Vit eiga ein ómetaliga væl kálvføddan uttanríkisráðharra, tí hava vit ikki brúk fyri einum alternativum av sama slagi, sum í gerandisdegnum bara er ein politiskur viðfáningur, fyri ikki at siga mýrivongur, í einum útlendskum parlamenti.
Tað skrivar Tobbi á sínum facebook-vanga beint eftir framløguna hjá Sjúrði Skaale í Løgshøll, um Ruslandssáttmálan.