Tilmælið fyri norðhavssild er ein hækking á 33% í mun til í ár.
Tilmælið fyri norðhavssild er 533.914 tons fyri 2026, sum er ein hækking á 33% í mun til í ár.
Gýtingarstovnurin minkaði nógv aftaná 2008, og er nú umleið 3 mió. tons, sum er beint undir burðardygga markinum, har varsemi skal vísast (Btrigger = 3,177 mió. tons).
Góðu árgangirnir frá 2021 og 2022 væntast at venda hesi gongdini, soleiðis at roknað verður við, at stovnurin fer at vaksa komandi árini.
Tilmælið fyri norðhavssild er 533.914 tons fyri 2026, sum er ein hækking á 33% í mun til í ár.
Gýtingarstovnurin minkaði nógv aftaná 2008, og er nú umleið 3 mió. tons, sum er beint undir burðardygga markinum, har varsemi skal vísast (Btrigger = 3,177 mió. tons). Góðu árgangirnir frá 2021 og 2022 væntast at venda hesi gongdini, soleiðis at roknað verður við, at stovnurin fer at vaksa komandi árini.
Veiðitrýstið seinastu árini hevur ligið undir hámarkinum fyri, nær varsemi skal vísast (FMSY = 0,21).
Sildastovnsmetingin varð endurmett í vár (Benchmark). Høvuðsbroytingarnar eru, at vísitøl fyri 2 ára gamla sild í Barentshavinum og frá merkikanningum eru tikin við. Dagførda stovnsmetingin hevur broytt nakað um gongdina í stovninum. Í mun til gomlu stovnsmetingina vísir dagførda stovnsmetingin, at stovnurin hevur verið heldur minni tíðarskeiðið 2010-2020, og nakað størri í 2022 og 2023. Yvirskipað er fatanin av stovninum, áðrenn og aftaná Benchmark, tó óbroytt.