Tilfeingisgjøldini verða ikki broytt
Samgongan ætlar ikki at broyta tilfeingisgjøldini.
Men høgu prísirnir á makreli og svartkjafti gera, at veiðigjaldið hækkar nógv
Landið fær tí næsta árið størri part av virðinum í sín part.
Nýggj kunngerð um veiðigjøld kemur í næstum.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Sámal Petur í Grund, løgtingsmann.
Hann spurdi um skattin hjá lág- og miðalinntøkum og um landsstýrismaðurin hevur gjørt eina samlaða meting av, hvussu verandi skattaskipan ávirkar lág- og miðalinntøkur, og hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri inntøkubýtið í samfelagnum.
Aksel V. Johannesen sigur, at í løtuni verður lóg gjørd, sum árliga javnar stigvaksandi skattastigan, so inntøkuskatturin hjá vanliga løntakaranum ikki veksur hvørt ár.
Hann vísir eisini til leigustuðulin, sum kemur í heyst.
Tað skrivar kvf.fo
