Samrøða við Jan Højgaard: Tilfeingisgjald og býta um kvotur

Høvuðsavbjóðingarnar hjá fiskimonnum eru tilfeingisgjald og at býta um kvotur við Ísland, Grønland og Flemish Cap

- Avbjóðingin er eisini at fáa betri treytir fyri fiskimannin, um sjúka rakar.

Tað sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag. 

HOYR SAMRØÐUNA HER https://kvf.fo/netvarp/uv/2022/12/28/jan-hjgaard

Felagið hevur havt landsfund í dag.

Tað skerivar Frants Jensen á kvf.fo 

Formansval var í Fiskimannafelagnum í fjør og verður ikki aftur fyrr enn í 2024.

Ein nevndarlimur stendur tó fyri vali. Tað er Per á Sýnini. Jonhard Danielsen stillar eisini upp. Limirnir í Fiskimannafelagnum kunnu velja fram til 31. januar.