Til tað er málið alt ov álvarsamt
KvF gitir í allar ættir um russlandssáttmálan
SKRIVAÐ: Jóhann Lützen | 24.10.2023 - 12:30 TÍÐINDI
Seinastu dagarnar hava journalistarnir í KvF fingið sær eitt nýtt ítriv: Hvør klárar at gita, hvat Aksel nú finnur uppá? “Ongin kann vita, tí man best vera at gita” tykist vera premissan.
Leygardagin skrivaði norski fiskimálaráðharrin undir enn ein samstarvssáttmála við Russland um fiskiveiðuna í Barentshavinum. Sostatt eru fortreytirnar upp á pláss fyri, at Føroyar eisini kunnu fara undir samráðingar við teir báðar partarnar, Norra og Russland, um framhaldandi fiskiveiðusamstarv.
Men á tíðindadeildini í Kringvarpi Føroya spyrja tey ikki norsku myndugleikarnar, hví tey ditta sær at gera ímóti prinsippinum hjá løgmanni í farnu viku. Í staðin eru tey farin í sjálvsving við gitingum um, hvat Aksel fer at gera við russlandssáttmálan.
Gita at Sjúrður skal setast upp á pláss
Í Degi & Viku fríggjakvøldið metti Árna Gregersen í samrøðu við Jón Brian, at Aksel fór at seta Sjúrð Skaale upp á pláss. Tí tað gongur ikki, at Javnaðarflokkurin heldur eitt um russlandssáttmálan í Danmark og eitt annað í Føroyum.
Leygarmorgunin gevur Sjúrður Skaale ilt av sær á Facebook, tí hann følir seg niðurtraðkaðan av teimum báðum Jón Brian og Árna Gregersen í Degi & Viku. Í døgurðatíðindunum leygardagin ger John Johannesen síðani drúgva samrøðu við Sjúrða Skaale um, hví hann følir seg so traðkaðan á, og hvat hann nú fer at gera, um Aksel nú – sambært gitingunum hjá KvF – fer at leingja russlandssáttmálan.
Gita at andstøðupolitikarar mugu geva seg
Í øðrum innslag í Degi & Viku fríggjakvøldið gitti John Johannesen, at Aksel nú var kroystur til at gera breiða semju við andstøðuna um framhaldandi samstarv. Har John eisini gitti, at andstøðuflokkarnir máttu................ LES ALT HER KvF gitir í allar ættir um russlandssáttmálan (nordlysid.fo)
Tað skrivar NORÐLÝSIÐ