Til minnis um formann okkara, Hans Joensen
Elddópurin
Hans Joensen varð valdur í nevndina í felagnum í 1997 og gjørdist formaður á aðalfundinum 1. februar í 2003. Hetta fór at vísa seg sum tíð, hvar nógv fakfelagsviðuskiftir vóru á breddanum, og skuldi Hans frá byrjan av, blíva hart royndur sum formaður!
Hans var ikki meir enn komin til sessin, tá samráðingarnar í 2003 fóru í gongd. Her kravdu Hans og hini feløgini eina stóra lønarhækking í krónum, sum arbeiðsgevararnir sýttu fyri at lata. Hans legði dent á, at kravið skuldi setast fram í krónum, tí varð bara tosað um prosent, øktist munurin millum ymsu lønarbólkarnar ár undan ári.
Gjógvin millum lønarbólkarnar skuldi minka, og tá semingsroyndin í 2003 endaði úrslitaleys, fóru arbeiðarafeløgini í drúgt verkfall. Í dag kunnu vit líta aftur á sjónvarpsupptøku sum vísur ein avgjørdan Hans koma á Bursatanga, har farmur verður koyrdur í land av Norrønu. Sagt verður á bryggjuni, at arbeiðarafelagið í Havn hevur givið loyvi til tað, sum fer fram, men Hans svarar avgjørdur, at tað er “tann køllsvarta lygn”.
Verkfallið í 2003 er blivið mett sum “sveinaroyndin” hjá Hans Joensen, og beinavegin tá vísti hann hvat tilfar var í honum, og at felagið hevði fingið ein sera virknan og stinnan formann!
Álítandi og semjusøkjandi
Klandur var ikki vørumerkið hjá Hans. Hann segði ofta, at tað gagnaði ongum, at arbeiðarafeløgini fóru so illa við arbeiðsgevarum, at teir onki vildu. Fyrst og fremst vildi hann semjast, og hetta eydnaðist so væl, at verkfallið í 2003 var tað einasta við Hansi sum formanni.
Arbeiðsgevararnir virdu semjusøkjandi arbeiðslag hansara, men teir vistu eisini, at hann var ikki so at syfta. Ætlaði hann at røkka málum, stóð hann fast á sín avgjørda hátt. Djúpu røddina kundi hann tá hevja, men tamarhaldið misti hann aldrin, tí hann var rímiligur og góðlyntur.
Hansara hollu evnir at tosa við fólk komu eisini felagnum til góðar, tá hann fór á gátt í løgtinginum. Har kundi hann tosa við tinglimir úr øllum flokkum. Hann ansaði væl eftir, at Havnar Arbeiðarafelag ikki gjørdist partapolitiskt, tí felagið skuldi kunna samstarva við øll.
Nøkur av hansara góðu prátum í løgtinginum vóru uttan iva beinleiðis orsøk til, at samgongu- og andstøðulimir við lóg ásettu í 2011, at arbeiðsfólk skuldu hava frí barnsins fyrsta og annan sjúkradag.
Og er hetta ein av mongu varðunum vit eiga eftir Hans.
Hvussu avhildin Hans var, sást til jarðarferðina, tá Bergur Debes Joensen prestur helt eina sigandi og rørandi prædiku. Politisk oddafólk møttu fjølment upp at siga honum farvæl, og tað sama gjørdu privatir og almennir arbeiðsgevarar. Hetta fløvaði í felagnum.
Okkara maður
Hans var ein frammúr góður samstarvsfelagi á skrivstovuni og í nevndini, og ein sera dugnaligur og vælmeinandi lærimeistari, sum megnaði kynstrið at sigla millum skerini í truplum støðum. Í bygninginum á Tinghúsvegnum trivust fólk væl í arbeiðstímunum saman við Hans. Hann sá dygdirnar hjá sínum fólkum, og smæddist ikki við at koma við rósi, og vísa okkum álit og stuðul. Hann var siðiligur og mangan skemtiligur, og hann var umhugsin, tá mál vóru til viðgerðar í nevndini. At lurta dugdi hann væl, og hann leyp ikki framav, tá nýggj uppskot ella avbjóðingar komu á borðið.
Tað, sum kundi tykjast yngri nevndarlimum sjálvsagt at fremja, greinaði hann gjølla, og hann tóktist altíð at vera fleiri leikir frammanfyri, tá hann hetta gjørdi. So hvørt sum hann spurdi til, kundi gerast eyðsýnt, at uppskot ella argumentatiónir ikki altíð vóru nóg væl gjøgnumhugsað kortini.
Hesin arbeiðshátturin var bæði avbjóðandi og mennandi fyri okkum, sum samstarvaðu við hann. Og eitt av teimum mongu góðu eyðkennunum við Hans.
Hann arbeiddi í slíkum støðum bæði fyri at menna sínar yngru nevndarlimir, og samstundis loysa tær avbjóðingar sum lógu fyri. At fara inn í kjarnuna í eini sak, og greina hana, meistraði hann sum fáur: Hann skilti altíð hvørjar fyrimunir ella vansar talan var um, í øllum hann tókst við.
Hans var ein sera loyalur formaður, altíð til reiðar at taka trupul tøk. Og hóast hann sum formaður kundi haft latið øðrum óhugalig mál at loysa, gjørdi hann ongantíð tað. Hann tók ta ábyrgd á seg, sum honum var tillutað, og tá nógv stóð á, sást hetta ikki á honum. Tvørturímóti! Her upplivdu vit mangan stríðsmannin Hans Joensen. Tað var í teimum truplastu støðunum, at vit sóðu hansara veruliga siðalag og dygdir.
Í so máta komu árini í lívsins skúla honum væl við. Hann var vanur at taka tøk sum útróðrarmaður í Grønlandi, sjómaður við Baki og Skoparanum og í slógnum á Bacalao. Á teimum køldu og vátu gólvunum harúti gekk sjón fyri søgn, hvussu sterkur og arbeiðssamur hann var, og sæst tað eisini aftur í mongu framstigini sum Havnar Arbeiðarafelag hava gjørt við Hans sum formanni.
Millum annað var tað við Hans á odda at nýggi bygningurin varð bygdur við Tinghúsvegin, og var hetta fyri at økja um ognirnar hjá limunum í Havnar Arbeiðarafelag. Tá var felagið húsvilt eina tíð, men Hans visti ráð. Hann gjørdi av, at nevndarfundirnir skuldu haldast á hugnaliga og heimliga loftinum heima í Sýrugøtu hjá Kirstini og sær. Hetta vóru hugnaligar løtur, sum sjóðaðu nevnd og umsiting uppaftur betur saman, og í Mai 2016 var klárt at flyta oman aftur í bygningin á Tinghúsvegnum.
Hesin stásiligi bygningur stendur í dag sum eitt minni um ein formann, sum var framsíggin fyri felagið, og arbeiddi hart fyri sínar limir, og teirra rættindir og framtíð.
Familjukærur
Hans var sera familjukærur. Mangan tosaði hann um Kirstin, børnini og abbabørnini, sum hann elskaði yvir alt á jørð. Eitt tað besta, hann fekk, var at vera við familjuni í heimligu og hugnaligu summarhúsunum í Pilekrogen, stutt uttanfyri Ålborg. Har róði hann mangan túrin við abbabørnunum í lítlu jollu síni, hvar tey eisini fangaðu krabbar. Hans var ein fyrimyndarligur familjumaður, sum føldi seg vælsignaðan við sínari familju, og livdi hann fyri at geva teimum alt ta besta hann var mentur. Fremstu ítriv hansara vóru rógving og laksafisking. Hann róði sum ungur í Havnar Róðrarfelag, og var hollur vegleiðari hjá Knørrafelagnum.
Hans segði altíð at vit koma ongantíð á mál, at virksemið á fakfelagsfrontinum endar ongantíð.
Men nú er røddin hjá sterka formanninum, sum sum smádrongur mátti fáa hjálp at bera mammu síni koppastell heim sum gávu hann hevði keypt fyri pengar hann sjálvur hevði forvunnið, tagnað. Men eldhugurin hjá Hans at vinna og varðveita rættindir, til frama fyri teimum minnistillaðu, livur enn í eftirmælinum hjá honum. Vit sum kendu Hans, komu at halda sera nógv av hesum skilamanni, hvørs arbeiði og úrslit í dag eru dýrgripir hjá felagnum. Tí nú Hans fór um sýn, eru røddirnar hjá øllum 20 aðalfundarvaldu formonnunum í søgu felagsins tagnaðar. Ongin er eftir, men verk teirra er skjalfest og livir víðari við teimum, sum nú skulu stjórna felagnum.
Góði Hans! Takk fyri títt stríð og strev. Tú gav alt!
Havnar Arbeiðarafelag lýsir við hesum frið yvir minnið um okkara kæra vin og formann, Hans Joensen, og ber tykkum, Gullborg, Kirstini, børnum og abbabørnum, okkara djúpastu samkenslukvøður!
Havnar Arbeiðarafelag