Tíðindaskriv: Úrslitið av sýsluformansvalinum í Eysturoynni er nú greitt
Frá Føroya Fiskimannafelag
Úrslitið av sýsluformansvalinum í Eysturoynni er nú greitt.
Tá ið freistin at stilla upp til valið var úti, varð greitt, at tað bara vóru tvey valevni, sum bjóðaðu seg fram.
Per á Sýnini (fyrr Toftegaard) í Runavík stillaði uppaftur og Jonhard Danielsen úr Søldarfirði stillaði eisini upp til sýsluformansvalið.
Atkvøðuseðlarnir vórðu sendir út, og freistin at atkvøða var í gjár hin 30. januar 2023.
Limirnir, sum høvdu atkvøðurætt, skuldu senda atkvøðuseðlarnar inn til Grannskoðaravirkið NUMO, ið hevur staðið fyri uppteljingini.
Grannskoðaravirkið NUMO hevur nú sent Føroya Fiskimannafelag úrslitið.
Úrslitið:
90 limir hava atkvøtt
50 atkvøður fóru til Per á Sýnini
38 atkvøður fóru til Jonhard Danielsen
2 atkvøður vóru ógildugar
Nýggja setan hjá sýsluformonnunum byrjar 1. februar 2023.
Tórshavn 31.01.2023
Føroya Fiskimannafelag