Tí slepst ikki undan hjá Norra at samstarva við Russland
Norra stuðlar Ukraina uppá allar møguligar mátar. Við pengum, við vápnum, við humarniterari hjálp og við at taka flóttarfólk. Og Norra hevur ógvuliga greitt fordømt russisku brotsgerðirnar.
Men Norra umsitur sama hav sum Russland. Sami fiskur, sum er lítil í russiska partinum av Barentshavinum, veksur seg stóran í norska partinum.
Tí slepst ikki undan hjá Norra at samstarva við Russland um hetta – samstundis sum Norra er 100% á síðuni hjá Ukraina.
Tingini eru ikki svørt og hvít, og viðhvørt kann nakað vísa seg at vera skeivt í longdini, hóast tað tykist rætt her og nú.
Tað var m.a. fyri at greiða frá hesum, at eg, sum formaður í Arktisku Nevndini á Fólkatingi, í dag beyð arktiska sendimanninum hjá Norra, Morten Høglund, á vitjan. Hann greiddi eisini frá, hvussu Norra, hóast innrásina, fer at royna at hava eitt ávíst, avmarkað samstarv við russar á t.d. mentanarliga økinum, nú Norra fær leiðsluna av Arktiska Ráðnum í mai.
Okkurt skulu vit jú hava at byggja á, tá kríggið einaferð endar. Onkrar kanalir mugu vera opnar. Tí Russland er helvtin av Arktis. Veruligt samstarv um t.d. umvhørvið gevur næstan ikki meining uttan so, at Russland er við.
Sera tiltrongt hjá donskum politikarum at hoyra um og skilja nuansurnar – sum jú eisini, í ávísan mun, eru galdandi fyri Føroyar.
Apropos tað, so var í dag eisini stutt orðaskifti í fólkatingssalinum um ynski Føroya um at vera við í sanktiónum hjá ES móti Russlandi.
Eg havi (eins og Anna Falkenberg) ofta og nógvastaðni afturvíst danska kritikkinum av Føroyum – og tað gjørdi eg eisini í dag. Og tað hevur faktiskt hjálp. Í dag var tann stundum harði kritikkurin frá summum politikarum vendur til forstáilsi .
Sig so tað .
(Harvið havi eg hvørki sagt, at Føroyar eru í somu støðu sum Norra tá tað kemur til fiskarí, ella at vit eftir mínum tykki gera alt rætt mótvegis Russlandi!!!)
Sjúrður Skaale