Tí kunnu vit seta gronina inn móti landi
að eru nógv og ymisk skip á heimshøvunum. Flestu teirra eru bygd til at leggja at bryggju, tá túrurin er liðugur, ella tá arbeitt verður. So eru tað serbygd skip, sum kunnu gera sítt arbeiði, uttan at liggja at eini bryggju. Eitt tílíkt skip er Helena H, hjá felagnum Seaworks í Harstad í Noregi.
-Skipið er serbygt at sigla við sandi, skervi og asfalti. Tað er ikki so serstakt í sjálvum sær, tí tað gera nógv skip. Tað sum er serstakt er, at vit nærum dagliga sigla skipið inn móti landi, ja, sigla á land, so bungustevni tekur. So liggja vit við framskrúvu, meðan vøran verður hiva á flutningsbandið, sum so flytur vøruna upp á land.
Tað sigur skiparin Jóhan Petur Jakobsen.
- Vit sigla mest innanskers í Norðurnorra, og har eru fleiri smærri bygdir har ongin bryggja er. Tey skulu kortini hava bæði sand, skerv og asfalt. Tá eru tað skip sum Helena H, ið gera arbeiðið, sigur hann.
- Skipið er bygt í Turkalandi í 2013, lastar 2500 tons. Tað er bygt serliga sterkt framman. Tí kunnu vit seta gronina inn móti landi, og liggja við framskrúvu, uttan at fáa skaða á skipið, sigur Jóhan Petur.
Seks mans eru við Helenu H og Jóhan Petur er einsamallur føroyingur. Hann trívist væl og er umborð í fýra vikur og heima í fýra vikur.
Sjómanstrúboðarin hitti Jóhan Petur á básinum hjá Sjómansmissiónini á Atlantic Fair í Klaksvík 29. mai.
Teimum umborð á Helenu H og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook-vanga sínum. Sum eisini eigur myndirnar.