SAMRØÐA: Thorshavn og Jóhanna á Oyggjaleikir

Jóhanna kom til Kirkwall um 9 tíðina í gjárkvøldið

Fyrradagin fór sluppin Jóhanna av Vági og hon var í Kirkwall um 9 tíðina í gjákvøldið, og leygardagin setur Thorshavn eisini kós móti Kirkwall. Harumframt fara eisini fleiri aðrir bátar úr Føroyum til Oyrknoyggjar, nú Oyggjaleikirnir vera har í næstum.

Gudmund Jacobsen, ið er ein av eldsálunum, tá talan er um sluppina Jóhonnu, og sum var í Hetlandi við Jóhonnu, tá Oyggjaleikirnir vóru har í 2005, sigur at tað er ein serligur hugni á havnalagnum, har ið føroysku skipini liggja. Nógvir føroyingar nýta høvið at vitja umborð, samstundis sum útlendingar eisini njóta føroyska blíðskapin.

Gudmund sigur eisini, at Kirkwall er ein sera hugnaligur býur við einari væl vitjaðari gongugøtu. Og bæði landslagið og veðurlagið minna eisini um Føroyar.

Í samrøðuni verður eisini tosað um hvussu nógv er gjørt við Jóhonnu farna árið, eins og sleipibáturin hjá Vágs Skipasmiðju - Merkur, ið verður 70 ár í ár, eisini verður umrøddur. Gudmund Jacobsen er stjóri á Vágs Skipasmiðju.

Umframt Thorshavn og Jóhonnu fara fleiri bátar til Oyrknoyggjarnar, har ið Oyggjaleikirnir 2025 byrja leygardagin.

Samrøðan við Gudmund Jacobsen kann hoyrast her! Træskipini Thorshavn og Jóhanna fara eisini á Oyggjaleikir | Kringvarp Føroya

Tekstin eigur Gunnar Nolsøe, sum eisini gjørdi samrøðuna.