Thor og BankNordik skulu gjalda Fiskimálaráðnum 225.000 krónur
Fiskimálaráðið fríkent
Fiskimálaráðið er frídømt í sakarmálinum, sum Thor og BankNordik stevndu ráðnum fyri afturi í 2014.
Málið byrjaði afturi í 2014, tá ið eitt skip hjá Thor ikki fekk royndarloyvi at fiska stinglaks, og tí stevndu Thor og BankNordik Fiskimálaráðnum.
Endurgjaldskravið hjá Thor og BankNordik ímóti Fiskimálaráðnum var komið upp í slakar seks milliónir krónur.
Føroya Banki keypti djúpvatnstrolaran “Phoenix” á tvingsilssølu tann 25. november í 2008, og síðst í 2009 keypti Thor skipið frá bankanum.
Einki royndarloyvi
Áðrenn hann fór á tvang, hevði “Phoenix” saman við tveimum øðrum skipum royndarloyvi at fiska stinglaks.
Vanligt er, at fiskiloyvi eru við, tá skip verða seld á tvingilsuppboði, og í bankanum og Thor hildu ......LES ALLA GREININA HER https://kvf.fo/greinar/2023/03/18/fiskimalaradid-frikent