Thor og BankNordik krevja 5,8 mió. kr. í endurgjaldi frá Fiskimálaráðnum
Reiðaríið Thor og BankNordik hava stevnt Fiskimálaráðnum, tí eitt skip hjá Thor ikki fekk eitt royndarloyvi at fiska stinglaks.
Eitt gamalt mál er aftur á listanum hjá Føroya rætti í dag.
Talan er um eitt mál frá 2014.
Reiðaríið Thor og BankNordik stevndu Fiskimálaráðnum, tí eitt skip hjá Thor ikki fekk eitt royndarloyvi at fiska stinglaks.
Endurgjaldskravið hjá Thor og BankNordik móti Fiskimálaráðnum er komið upp í slakar seks milliónir krónur.
Ætlanin er at málið verður tikið upp til dóms í dag.
Phoenix fekk ikki fiskiloyvi
Málið snýr seg um djúpvatnstrolaran Phoenix. .... LES ALLA GREININA HER https://kvf.fo/greinar/2023/01/19/thor-og-banknordik-krevja-58-mio-kr-i-endurgjaldi-fra-fiskimalaradnum