Thor í Hósvík hevur keypt "nýtt" skip.
Ran, sum Thor hevur keypt úr Noregi, er upprunaliga bygt sum Háborg í 1986, og tað var Eiler Jacobsen, sáli, sum læt skipið byggja.
Ran skal partrola eftir uppsjóvarfiski saman við Hoyvík, sum Thor eisini eigur.
Eftir ætlan fer Ran til fiskiskap í komandi viku.
Tað skrivar KIRAN JÓANESARSON á fiskur.fo