Frystilínuskipini Pison og Polarstjørnan liggja fullfermd á Klaksvík

Verkfallið hevur við sær, at tey verða ikki landað

Frystilínuskipini Pison og Polarstjørnan liggja fullfermd á Klaksvík, men verkfallið hevur við sær, at tey verða ikki landað.

Pison er komin av Flemish Cap, og Polarstjørnan hevur roynt undir Grønlandi.

Higartil er einki undantak givið at landa fiskin.

Eyðstein Sørensen, skipari á Pison, sigur, at virðið á lastini er einar 8-9 milliónir kr. Vandi er fyri, at fiskurin spillist, tí sum tíðin gongur tiðnar hann. 

Trý onnur frystilínuskip, sum hava roynt á Flemish Cape, eru eisini farin at sigla heim. Tey eru Eivind, Jógvan I. og Sandshavið.

Fiskur av Flemish Cape kann ikki landast uttanlands, men skal um føroyskan kaikant.

Tað skrivar Johnsigurd Johannesen á kvf.fo

Mynd Birgir Waag Høgnesen