Terji kemur ongantíð at avgera, hvør er partur av samráðingartoyminum

Arbeiðarafeløgini harta Terja Sigurðsson

 

Vit halda ikki tað tænir nøkrum av pørtunum, og als ikki semingsstovninum, at fara alment út við slíkum skuldsetingum.

Tað er og verður ongantíð Terji Sigurðsson, sum kemur at avgera, hvør er partur av samráðingartoyminum. Sonja Jógvansdóttir er ein týðandi partur av samráðingartoyminum hjá fakfeløgunum, og hevur seinastu vikurnar lagt nógv fyri at tryggja verkafólki ordiliga løn.

Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag

Jastrid W. Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen