Teir seinastu “polakkarnir”

Grein eftir Jan Erik Simonsen í seinasta FF blaðnum

 

Tað var í januar í 1973, at Føroya Fiskasøla stovnsetti P/F Marknaðarrøkt. Orsøkin til hetta átak var, at Føroya Fiskasøla var skipað sum lutafelag og hevði bara loyvi at handla við sínar egnu limir. Og fyri at kunna handla við ikki-limir, varð “privat” partafelag stovnað.

Legg til merkis, nógvar myndir eru av umtalaðu skipum niðast í greinini

Marknaðarrøkt fekst millum annað við at keypa rávøru frá polskum trolarum fyri at skaffa føroysku flakavirkjunum størri rávørunøgdir. Polskir trolarar landaðu 900 tons til føroysk flakavirkir í 1973. Av hesum 900 vóru 70 tons fiskað undir Føroyum.

Á vári í 1974 gjørdi P/F Marknaðarrøkt sáttmála við polsku skipasmiðjuna Szczecinska Stocznia í Stettin um bygging av níggju systurskipum til Føroya. Byggifíggingin var fingin til vega í Póllandi, og aftanfyri hetta lógu valutatvørleikar hjá londum handan jarntjaldið. Føroya Fiskasøla seldi til dømis sild til Póllands í 1973 fyri góðar 11 millónir krónur. Við øðrum orðum “fíggjaði” føroysk sild byggingina av føroysku “polakkunum”.

Níggju føroysk reiðarí

Marknaðarrøkt finnur fram til níggju føroysk reiðarí, ið høvdu tilknýti til flakavirkir, sum vóru limir í lutafelagnum. Tískil fóru teir sokallaðu “polakkarnir” um alt landið, og flestir teirra komu í Vágar. Fyrstu skipini vóru liðugt bygd í 1976. Hesi vóru: Vaðhorn til Eiðis, Bláfossur til Tvøroyar, Hamraberg til Miðvágs, Lækkaklettur til Miðvágs, Mascot til Toftir og Núpur til Klaksvíkar.

Í 1977 komu tey seinnu: Heldarstindur til Sandavágs, Vesturleiki til Sørvágs og Hagaleitið til Leirvíkar.

Royndust væl sum fiskiskip

Skipini byrjaðu fiskiskap undir Føroyum sum línu- og garnaskip, og tey royndu eisini á fjarleiðum við Grønland. Fyrstu broytingarnar við skipunum komu í 1978, tá ið allir fýra “polakkarnir” í Vágum vórðu umbygdir til at fiska við trolreiðskapi.

Í 1981 varð Núpur seldur til Íslands, og í 1988 varð Vesturleiki seldur til Grønlands. Í 1991 vórðu Hagaleitið/Nípan og Lækkaklettur/Høgiklettur/Vágaklettur/ Neptun seldir til Svøríkis.

Og í 1994 varð Bláfossur seldur til Grønlands og Hamraberg til Svøríkis, ímeðan Vaðhorn/Sigmund, Mascot og Heldarstindur vórðu verandi í Føroyum øll árini, teir vóru í vinnu. Í 1990 sakk Heldarstindur í svenskum sjóøki í Eystursjónum. Vaðhorn/Sigmund og Mascot vórðu upphøgdir á Skála í 2021.

Broytingar uttanlands

Ymiskt var, hvat varð gjørt við “polakkarnar” uttanlands. Summir fingu smávegis broytingar, meðan aðrir ikki vóru til at kenna aftur. Hamraberg seinni Atlantic/ Kristin/Kenty/Hållö varð upphøgdur í Svøríki í 2003, Vesturleiki seinni Bjal/ Louise-L varð upphøgdur í Danmark í 2008, Bláfossur seinni Bjalto/Helene-L varð upphøgdur í Danmark í 2012 og Lækkaklettur/Høgiklettur/Vágaklettur/Neptun seinni Runavik varð upphøgdur í Grenaa í Danmark í 2021. Allir hesir líktust sær sjálvum meira ella minni gjøgnum árini. Tó fekk Bláfossur nýggja brúgv, men kom ikki í vinnu aftur.

Tveir polakkar eru til enn

Í dag, nú vit skriva 2024, eru tveir av polakkunum til. Núpur, sum fór til Íslands í 1981, varð fyrst longdur í 1998, síðani rak hann á land í 2001, fekk stóran skaða, millum annað fór botnurin illa, og úrslitið gjørdist eitt annað skip. Í 2023 varð Núpur, sum alla livitíðina hevur itið so, lagdur. ( uppískoyti her í 2025 - Núpur skal upphøggasta á Skála ) Umbygging og endurnýggjan hava gjørt, at skipið enn er til. Eigararnir hava keypt nýggjari skip, sum eisini eitur Núpur, og tí liggur “polakkurin”. Hagaleitið/Nípan seinni Odeskär varð longdur og fekk umfatandi umbygging í 2000. Hesin fekk síðani navnið Rön, eitur í dag Tor-Ön og er enn í vinnu, heili 47 ár seinni. Umbygging og endurnýggjan av skipinunm eiga lut í longu livitíðini, og skipið er ikki til at kenna aftur.