Hava verið og eru enn tann mest týðandi fíggjarligi stuðulin
Sjómanskvinnuringur stuðlar Sjómansmissiónini
At sjómanskvinnuringarnir stuðla fíggjarliga arbeiðinum hjá Føroysku Sjómansmissiónini, er líka gamalt, sum ringarnir eru gamlir. Teir hava verið og eru enn tann mest týðandi fíggjarligi stuðulin, við umleið 2/3 av góðari hálvari millión, sum tað kostar at reka Sjómansmissiónina árliga.
Hóskvøldið 2. februa,r var sjómanstrúboðarin boðin at vitjað sjómanskvinnuringin í Haldórsvík, sum tað kvøldið skuldi savnast heima hjá Johild Jacobsen.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook-vanga sínum. Myndina eigur TJ-myndir.
Blíðskapurin var stórur og hon var fegin um, at ringurin kundi og vildi savnast heima hjá henni, nú hon ikki var so rørlig longur.
Á skránni var sangur, bøn, Guds orð og góður drekkamunnur. Síðani segði trúboðarin frá ymiskum í samband við arbeiðið. Prátið gekk væl og hugnaligt var at sita saman í stovuni hjá Johild.
Áðrenn kvøldið endaði við bøn og sangi, fekk trúboðarin eitt bræv frá Johild, sum hon handaði vegna ringin. Tað var ein váttan um, at ringurin í Haldórsvík vildi lata 25.000 krónur til Sjómansmissiónina.
Peningurin var ein gáva til ringin, og tær hildu hann fór best við at lata hann til arbeiðið, sum Sjómansmissiónin ger fyri sjófólkið.
Vegna Sjómansmissiónina takkaði trúboðarin hjartaliga fyri gávuna.
Gud signi ringarnar, sjófólkið og arbeiðið hjá Sjómansmissiónini.