Starvast á Landsverki í 40 ár

Teddy Johannesen

Í farnu viku fekk Teddy Johannesen kongaliga Tænastumedalju fyri at hava starvast á Landsverki í 40 ár

Teddy varð í 1976 útbúgvin maskinsmiður hjá fyritøkuni, sum í dag eitur Bærendsen Teknik á Tvøroyri, og byrjaði í 1984 í smiðjuni hjá Landsverki í Øravík. Seinni gjørdist hann formaður fyri smiðjuna, og her hevur hann hegnisliga og við dugnaskapi leitt arbeiðsplássið hesi nógvu árini. Tá broytingar fóru fram á skervverkinum í Porkeri fyri nøkrum árum síðani, tók Teddy við sum formaður har eisini, og var formaður fyri bæði smiðjuna og fyri skervverkið í eitt tíðarskeið, til hann aftur fór at røkja starvið sum formaður fyri smiðjuna burturav.

Vit ynskja Teddy hjartaliga til lukku við stóra heiðrinum og takka honum fyri hansara týdningarmikla íkast til føroyska samfelagið.