Vinningurin frá sølu av veiðirættindum var ikki 0 kr. men 11. mill

Føroya Kærustovnur skrivar soleiðis:

Vinningur frá sølu av veiðirættindum:

Samandráttur: Kært er um, at TAKS hevur tikið avgerð um at broyta skattskyldugu inntøkuna hjá felagið vísandi til vinning frá sølu av veiðirættindum. Føroya Kærustovnur staðfestir avgerðina hjá TAKS.

Avgerðin hjá TAKS, dagf. 3. mai 2022: "Viðvíkjandi endaligari avhending av kvotu. 

Vísandi til ætlanarskriv dagfest 24. mars 2022, viðmerkingar frá grannskoðara dagfest 13. apríl 2022 og viðmerkingar frá advokati, dagfest 13 apríl 2022, hevur TAKS broytt skattskyldugu inntøkuna í sjálvuppgávu uppgerð av sølu vinningi av veiðirættindum hjá P/F X soleiðis:

Skattskyldug inntøka sambært sjálvuppgávu uppgerð: kr. 0,00 + hækking grundað á broyting av útveganarvirðinum kr. 11.695.500,78 Skattskyldug inntøk eftir broyting kr. 11.695.500,78 Skattur sambært sjálvuppgávu uppgerð áðrenn broyting kr. 0,00

Skattur at gjalda eftir broyting, 50% kr. 5.847.750,39 P/F X hevur selt síni veiðirættindi til P/F A fyri kr. 11.695.500,78. Talan er um kvotu uppá ... tons í 2021, ið er selt endaligt.

Avgerðin er grundað á, at felagið hevur ikki sambært § 4, stk. 5 í lóg um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum, skjalprógvað útveganarvirðið á veiðirættindunum og skal útveganarvirðið tískil setast til kr. 0, og skal felagið harvið rinda skatt av vinninginum sambært § 4, stk. 2.

Vísandi til omanfyri standandi hevur Føroya Kærustovnur avgjørt at staðfesta avgerðina hjá TAKS. Les alla avgerðina HER https://kaerustovnur.cdn.fo/media/o31n5rg3/2209158.pdf?s=gxgt4UuCYNjJOEEVIEsviLPFmag