Takkaði gevaranum 20 ár aftaná
At føroysk sjófólk fáa jólapakka, er ein góð og gomul siðvenja. Søgan er í stuttum tann, at nakrir fáir pakkar vóru latnir sjómonnum, sum í 1948 hildu jól á Tórshavnar Sjómansheimi.
Tað varð byrjanin, og so vant tað spakuliga uppá seg í 1950-unum, til tað fyrst í 1960-unum gjørdist eitt stórt og signað arbeiði. Í mong ár vóru omanfyri 2000 pakkar latnir sjófólkunum. Síðstu mongu árini hevur tað ligið um 1200 pakkar.
Ein teirra, sum minnist við gleði og takksemi aftur á jólapakkan, er Absalon Matras á Norðoyri. Miðskeiðis í 1960-unum sigldi hann við línuskipinum Klakki úr Klaksvík. Hann greiðir soleiðis frá:
– Minnist eg rætt, so fóru vit avstað nakað áðrenn jól. Eirikur Justinussen í Leirvík var skipari. Vit royndu vestanfyri Føroyar og vónaðu at fáa nakað av toski og øðrum fiski, sum vit skuldu selja í Grimsby áðrenn nýggjár, tí tá var ofta góður prísur. Hvussu tað gekst við fiskiskapinum og søluni í Aberdeen, minnist eg ikki.
– Tað, sum eg harafturímóti minnist, er jólahaldið umborð, og jólapakkin eg fekk. Minnist eg rætt, so byrjaði jólaløtan við jólasálmum. So vóru pakkar frá sjómanskvinnuringunum býttir út, sigur Absalon.
-Eg fekk ein stóran pakka har ymiskt var í. Har var handklæði, lappi, hosur og grýtulappar, sum lógu í plastposa fyri seg. So var eisini ein skrivað heilsan. Eg var sera fegin fyri pakkan. Handklæðið, lappin og hosurnar eru langt síðani uppslitið, men eg eigi grýtulapparnar og heilsanina enn, sigur hann.
Absalon ætlaði at senda tøkk til gevaran, tá hann kom heim. Tíverri varð tað ongantíð gjørt.
– Umleið tjúgu ár aftaná ferðaðist eg sum trúboðari um landið. Tá hevði eg av og á møtir saman við Hans Jacob Ellingsgaard og Esmar Jacobsen. Einaferð vit høvdu havt møti í Fuglafirði, vóru vit bjóðaðir inn í eitt heim aftaná. Maðurin í húsinum var sjómaður, og tí kom prátið inn á sjólívið. Eg kom tá at nevna um mítt sjólív og upplivilsi, tá eg fekk áðurnevnda pakka, og nevndi navnið á gevaranum, sigur Absalon.
– Tá reisti maðurin í húsinum seg og fór út í køkin og rópti á konuna. Hon kom brosandi inn í stovuna, tí tá vísti tað seg, at tað var hon, sum hevði latið pakkan. Navnið á kortinum var hennara, men hon hevði gift seg til annað eftirnavn. Tað var ein sera góð og hugtakandi løta, har eg fekk takkað henni fyri pakkan, sigur hann.
Absalon var liðugur við frágreiðingina, men legði so afturat: – Pakkarnir hava stóran týdning, tí teir minna sjómannin á, at onkur meir enn familjan hugsar um teir. Er eisini heilsan frá Guds orði, so er tað heilsan frá Jesusi, og hon kann fáa stóran týdning!
Orð: Torleif Johannesen
trubodin.fo