Taka burturkasti við til lands
-Hvat aðrar manningar gera veit eg ikki, men vit taka alt burturkast við til lands. Tað hevði verið hugaligari og óivað stimbra monnum í at tikið alt burturkastið við til lands, um til dømis landið ella kommunurnar, ella bæði, rindaði burturbeiningina, ella vóru við til at gjalda hana.
Stóra havið hevur mangan verið nýtt sum ruskpláss hjá bátum, skipum og fólki uppi á landið. Hvør minnist ikki ruskplássini áðrenn brennistøðirnar komu, har stórur partur av ruskinum endaði á sjónum?
At trolarar fáa “burturkast” í trolið, so sum gomul trol, dunkar, kassar og vraklutir av ymiskum slagið, er ikki óvanligt.
Trolarin Brestir, sum stóran part av árinum roynir eftir svartkalva á djúpum vatnið við Føroyar, hevur fleiri ferðir fingið burturkast og mistan fiskireiðskap í trolið. Ja, teir meta, at teir árliga hava tikið 40 - 50 rúmmetrar av óruddi til lands, tí tað hevur verið upp í fleiri lastbilar.
-Tann eina túrin síðsta vetur, meðan vit royndu á vestara kanti á Munkagrunninum, fingu við ein heilan svartkjaftaposa við sensorum í trolið. Posin var óivað mistur av onkrum pelagiskum skipið og hevði ligið á botnið í langa tíð. Vit funnu ikki útav hvør átti posan.
Tað sigur skiparin á Brestir, Thorman Niclasen.
-Sama túr fingu vit eisini í trolið partar av einum troli, sum Niels Pauli hevði misti fyri fleiri árum síðani, og part av einari gamlari mastur, sigur hann.
-Ein annan túr høvdu vit nærum eisini fult dekk av óruddi. Ein lastbilur kom á bryggjuna, sum tók 24 rúmmetrar, og hann var fullur tá hann fór avstað aftur, sigur Thorman.
-Hvat aðrar manningar gera veit eg ikki, men vit taka alt burturkast við til lands. Tað hevði verið hugaligari og óivað stimbra monnum í at tikið alt burturkastið við til lands, um til dømis landið ella kommunurnar, ella bæði, rindaði burturbeiningina, ella vóru við til at gjalda hana.
Fyrst hava vit stríð av at taka burturkastið inn og hava tað á dekkinum til túrurin endar. So skulu vit harafturat gjalda fyri at fáa tað burturbeint. Vit hava fleiri ferðir sent fullar lastbilar av burturkasti til IRF, og tað hevur kostað skipinum umleið 7000 krónur fyri hvønn bil, sigur Thorman.
Nevnast skal, at síðstu 2-3 árini hevur trolvirkið Vónin tikið ímóti gomlum trolum og nótum, sum teir hava skorið sundur. Partar av tilfarinum verður sent til endurnýtslu, meðan hin parturin fer til IRF.
Vónandi taka øll skip og allir bátar burturkasti við til lands.
Sjófólkinum ynskist Guds signing og varðveitslu.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook-vanga sínum. Mynd Torleif Johannesen. ( fleiri myndir eru á vanganum )