Grannarnir hjá Fiskimannafelagnum mugu bíða við teimum 12 hotellíbúðunum

Byggiloyvið, sum Tórshavnar kommuna gav smápartafelagnum Bryggjubakka í juli í fjør til at byggja 12 hotellíbúðir á Bryggjubakka, er ikki í lagi og skal broytast.

Tað sigur Kærustovnurin, sum hevur viðgjørt eina kæru um byggiloyvið.

Kærustovnurin sigur, at ætlaða byggingin er ikki í tráð við byggisamtyktirnar, og frávikini, sum kommunan gav, áttu ikki at vera givin, tí talan er um so stórar broytingar.

Millum annað vísa tekningarnar, at byggjast skal 60 fermetrar út um byggiøkið. Og mønurnar venda skeivan veg. Haraftrat eigur ikki at vera loyvt at byggja hotellíbúðir á øllum hæddum uttan niðastu hædd. 

Kærustovnurin hevur avgjørt at broyta avgerðina um byggiloyvið hjá Tórshavnar kommunu.

Tað skrivar kvf.fo