Tað verður ein vanlukka fyri upsavirkini, um MSC-góðkenningin rýkur
Stjórin á Faroe Origin sigur, at góðkenningin kann verða tikin aftur, um landsstýrismaðurin fer at útluta fleiri fiskidagar í bólki 5.
-Tað verður ein vanlukka fyri upsavirkini, um MSC-góðkenningin rýkur, tí talið av fiskidøgum bara verður økt uttan um umsitingarætlanina.
Tað sigur Jens Pauli Petersen, stjóri á Faroe Origin í Saltangará, sum fyrst og fremst tekur ímóti upsa.
Hann stúrir fyri, at MSC-góðkenningin av føroyska upsafiskiskapinum kann verða tikin aftur, um Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, fer at útluta eyka fiskidagar til útróðrarbátarnar í bólki 5.
Landsstýrismaðurin boðar frá ætlanini í svarunum upp á tveir grein 52a-fyrispurningar frá tingmonnunum Sámali Petur í Grund úr Sjálvstýri og Fróða Magnussen úr Fólkaflokkinum.
Báðir spurdu um, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera, nú tað er nærum vist, at bólkur 5 verður í uppisetri fyri fiskidagar, áðrenn árið er runnið.
Bárður á Steig Nielsen endar svarini til báðar tingmenninar við hesum orðum:
"Nú fiskiskapurin er góður, og skipanin verður eftirmett, ætlar landsstýrismaðurin at lata fleiri fiskidagar í inniverandi ári."
Og tað hevur fingið nógv í fiskivinnuni at stúrsa við.
LES ALT HER Upsavirki stúra fyri at missa MSC-góðkenning | Kringvarp Føroya
Tað skrivar Ingolf Sólheim Olsen á kvf.fo

